Myrkaskrímsl kom út á heystið 2007.

Hon er onnur av teimum trimum bókunum vit gjørdu á teimum báðum næstu skriviverksmiðjunum, hon er mítt hugskot, men sum við hinum bókunum, arbeiða vit øll trý uppá tekstin, og hóast Áslaug ger myndirnar, so hava Kalle og eg eisini okkara tankar um og viðmerkingar til tær. Hetta er veruliga eitt felagsarbeiði.

Myrkaskrímsl snýr seg um myrkaræðslu, um hvussu øll kunnu vera bangin og um, at tað er gott at vera saman.

Bókin er enn bert á teimum trimum upprunamálunum: føroyskum, íslendskum og svenskum.

Les ummæli av Myrkaskrímsl