|
Stór skrímsl gráta ikki var onnur bókin, ið var givin út.
Eftir at fyrsta bókin var so væl móttikin, hildu vit, at tað hevði verið stuttligt at vita, um tað ikki bar til at skriva fleiri bøkur um skrímslini bæði. Vit vóru vorðin rættiliga góð við hesar báðar jassarnar. Vit søktu stuðul til at kunna hittast aftur og Nordens Kulturfond stuðlaði okkum til tvær skriviverksmiðjur. vit gjørdu hvør sítt uppskot til eina skrímslasøgu og hittust so fyrst í Føroyumi oktober 2004 og aftu í Svøríki í januar 2005, har vit gjørdu søgurnar so mikið lidnar, at eftir var bara hjá Áslaug at gera myndir. Restina av teksarbeiðinum gjørdu vit við telduposti. Stór skrímsl gráta ikki var Kalle'sa hugskot, og snýr hon seg um, at tað ber til at vísa kenslur, eisini tá man eigur at vera tann stóri og sterki. ![]() ![]() |