Bøkurnar um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eru vorðnar til á ein rættiliga sermerktan hátt.

Á einum høvundaskeiði á háskúlanum Nordens Biskops Arnö hittust fýra høvundar á eini skriviverksmiðju. Í 4 tímar arbeiddu tey við einum hugskotið og seinni gjørdust tey greið yvir, at hetta hugskot var so mikið gott, at vert var at gera bókina lidna. Tríggir av høvundunum hildu fram við verkætlanini: Rakel Helmsdal úr Føroyum, sum er barnabókahøvundur, Kalle Güttler úr Svøríki , eisini barnabókahøvundur og Áslaug Jónsdóttir úr Íslandi, sum er so dugnalig, at hon er bæði høvundur og illustratorur.

Tey skriva øll trý søgurnar og Áslaug teknar myndirnar. Higartil eru 3 bøkur útkomnar og fleiri eru ávegis.

Les um bøkurnar