![]() Karavella Marionett-Teatur er eitt leikhús við 13 leikarum og einum dukkuførara. Leikhússtjóri og dukkuførari er Rakel Helmsdal, sum spælir allar leiklutir, ger dukkurnar og skrivar leikirnar. Karavella Marionett-Teatur miðjar ímóti at seta upp í hvussu so er ein leik árliga.Í løtuni leika tey "Revurin við silkiturriklæðinum", sum er ævintýrleikur skrivaður eftir klassiska ævintýrinum "Køtturin í stivlum" hjá Charles Perrault. Hedvig Westerlund Kapnas leikstjórnaði. Sjálvt leikhúsið hevur Ole Jakob Nielsen smíðjað. Ljósið hevur Árni Baldvinsson gjørt og Kjartan Nolsøe Jespersen hevur syrgt fyri ljóðinum. Á Karavella-blogginum ber til at lesa alt um, hvussu leikhúsið varð til.
![]() |