![]() ![]() ![]() Rakel Helmsdal ![]() ![]() Eg varð fødd tann 25. september í 1966 í Tårnby prestagarði á Amager, har abbi mín var prestur. Mamma mín, Guðrið Helmsdal, sum er úr Havn, er yrkjari, og pápi mín, Ole Jakob Nielsen, sum er uppvaksin á Borholm, er trælistamaður. Lítlibeiggi mín eitur Gudmund Helmsdal Nielsen, og býr í løtuni í Keypmannahavn og lesur films- og miðlavísind. Eg eigi trý fantastisk børn, Gwenaël Akira Helmsdal Carré (1994) eigi eg saman við fyrrverandi manni mínum Philippe Carré, listamanni. Felisiu Jógvansdóttir Helmsdal (2002) og Sirius Jógvansson Helmsdal (2006) eigi eg saman við manni mínum Jógvan Olsen, sum er røktarleiðari á Lendisdeildini hjá Havnar Kommunu. |